Andakt

Vísdómur

At telja várar dagar, tú okkum lærir, at vit mega vísdóm í hjartanum fáa!
Sálmur 90,12

 

Lív okkara rennur skjótt, og eldri vit gerast, skjótari tykjast

dagarnir at renna. Brátt standa vit við vegendan, og tá verður

ikki spurt, hvussu leingi vit livdu, og hvussu langt vit komu

fram millum menniskju, og hvat tey søgdu um okkum.



Men spurt verður um, hvat vit blivu til djúpt inni í

hjartanum – hvat vit eru, tá ið alt tað, sum lívið gav okkum

á lívsvegi okkara, verður tikið frá okkum. Hvussu vit umsótu

sjálva lívsins gávu, hitt æviga lívið, í hjarta okkara. Ápostulin

var lukkuligur, tá ið hann kundi skriva: „Men av Guds náði eri

eg tað, sum eg eri, og náði hansara móti mær hevur ikki verið

til ónýtis.” (1. Kor.15,10).



Latum okkum tí telja dagar okkara, og lata tað vera gudsótta

okkara at liva hvønn dag, har Harrin vil hava okkum. Hetta er

vísdómur. Soleiðis sum hvør einstakur dagur verður livaður,

gerast ár okkara. Hvør dagur er móðir morgindagsins, og hvør

dagsins løta leggur í okkara lyndi ein dám, sum vit bera alt

lívið. Sum eitt menniskja sáar, skal tað eisini heysta.



Lat Jesus, sum okkum er vorðin vísdómur frá Gudi, búgva í

hjørtum okkara, so at hann ígjøgnum sítt orð og sín anda kann

læra okkum lívsins kynstur, so at vit við vegendan kunnu siga

sum ápostulin:

„Eg havi strítt hitt góða stríðið, havi fullrunnið

skeiðið, havi varðveitt trúnna.”

 

Kelda Jesus4all.dk



Sí fleiri