Andakt

Forðing fyri bønarsvari

”... men fyrigeva tit ikki monnum, so skal faðir tykkara ikki

heldur fyrigeva misgerðir tykkara. ”

Matt.6,15
 

David Yonggi Cho

Einaferð kom ein kona fram til forbøn hjá mær. Hon var ein ógvuliga

vøkur kona; men helvtin av andlitinum var lammað, og hon hevði

ógvislig hábrøgd. Eg legði hendurnar á høvur hennara og skuldi fara

undir at biðja. Tá talaði Heilagi Andin inn í mínar tankar og segði:

”Hon hevur hatur í sínum hjarta.”

”Hatar tú nakran?” spurdi eg. ”Ja,” segði hon, ”eg hati mína

vermóður og mín verfaðir. Eg hati eisini systur og bróður mann mín.

Tey eru øll so ónd ímóti mær. Eg arbeiði frá morgni til myrkurs

fyri tey og eri mest sum ein trælur. Men tey eru ongantíð nøgd.

Tvørturímóti háða og spotta tey meg. Eg hati tey øll.”

”Tá ið hjarta títt er fult av hatri, so kann Jesus ikki koma inn í tað.

Tú mást fyrigeva teimum, áðrenn Jesus kann gera nakað sum helst.”

”Men eg orki ikki at elska hesi fólkini,” svaraði hon.

Tá talaði Heilagi Andin eitt skriftstað inn í tankar mínar. ” Nei, men ert tú villig at fyrigeva?” spurdi eg. ”Skriftin sigur: ”... men fyrigeva tit ikki monnum, so skal faðir tykkara ikki heldur fyrigeva misgerðir tykkara. ”

Matt.6,15

Her stendur einki um at elska, men at vit verða noydd at fyrigeva. Eg sigi ikki, at tað er lætt, men vit kunnu biðja Gud geva okkum kraft at gera tað.

Ert tú villig at fyrigeva?”

”Ja,” svaraði hon.

So legði eg hendurnar á høvd hennara og fór at biðja. Undir

bønini gjørdist eg so forvitin, so eg læt annað eygað upp og hugdi.

Tá var hon púra grødd, og hon strálaði av gleði.

Tað standa eisini nøkur álvarslig orð í Bíbliuni um fyrigeving:

”Tí at dómurin verður miskunnarleysur móti tí, sum ikki sýndi

miskunn; men miskunn fer hugað fyri dómin.” Ják. 2,13.

Kelda: jesus4all.dk



Sí fleiri