Andakt

Alt verður nýtt


Og eg sá nýggjan himmal og nýggja jørð

 Tann, sum sigrar skal arva hetta.

Op. 21,1og 7

 

Eina vakra mynd vísti Gud Jóhannesi. Myndin gevur okkum

eina hóming av, hvat Harrin hevur tilbúgvið okkum, sum av

sonnum elska hann.
 

Men fyri at vit skulu koma hagar, mega vit eiga tað nýggja

hjartað, sum er endurføtt við, at Guds Heilagi Andi hevur úthelt

kærleikan í tað. Vit mega vera í Kristi sum nýggir skapningar,

sum eru sátt við Gud og við Jesus Krist (2. Kor. 5,17). Og vit

mega dagliga íklæðast hina nýggju menniskju, sum er skapað

eftir Gudi í rættlæti og heilagleika sannleikans. (Ef. 4,24). Og vit

mega leggja okkum nær at liva eftir tí nýggja boðnum: „Hetta

er boð mítt, at tit skulu elska hvør annan, eins og eg havi elskað

tykkum.“ (Jóh. 15,12). Og í lívi okkara skal ein nýggjur sangur

ljóða. „Ein nýggjan song hann legði í í mín munn.“ (Sálmur

40,4) Tí at hann dró meg upp úr undirgangsins djúpi, úr tí

botnleysa díki; hann setti mínar føtur á klettin og gjørdi føst

míni fet.“ (Sálmur 40,3).

 

Men skulu vit verða verandi á vegnum móti hinum nýggja

himlinum og hini nýggju jørðini, mega vit hvønn dag stríðast

og sigra. Á henda hátt fáa vit lønina, sum Gud gevur sínum

trúgvu tænarum. Skalt tú koma á mál, mást tú hava vilja at

ganga vegin.

t.týddi

Kelda: Jesus4all.dk



Sí fleiri