Andakt

Eitt nýtt ár


”Sum dagar tínir skal tín styrki vera! 
5. Mós. 33,25


Lat meg siga tær, hvat ið eg síggi, tá ið eg hyggi inn í tað nýggja árið. Eg síggi eina gøtu úr hesum januar til komandi januar. Eg síggi ein veg, sum er skaptur av Guds fyrivitan og fyriætlan.

Einki í framtíðini er av tilvild, nei, heldur ikki, tá ið lítli spurvurin fellur til jarðar, ja, øll hárini á høvdi tínum eru tald - allar komandi hendingar í árinum eru lagdar til rættis og ásettar. 

Tað eru ikki bara allar snúningarnar á vegnum, sum eru merktar á tí guddómliga kortinum, men eisini allir steinarnir á vegnum, øll morgundøggin og alt kvøldtámið, sum legst á grasið, ið veksur við vegjaðaran.

Vit skulu ikki ganga í eini vegleysari oyðimørk: Harrin fer ikki skeivur. Hann hevur í sínum fullkomna vísdómi og óendaliga kærleika lagt og skipað fyri gøtu okkara: “Harrin festir mansins stig, og tokka til veg hans hann hevur;” Sálmur 37,23.

Men eg síggi eisini ein vegleiðara, ein førara, sum vil fylgja okkum allan vegin. Hann steðgar á, so at hann fær fylgt okkum hvørt petti av vegnum. “Harrin skal sjálvur ganga undan tær; hann vil vera við tær og ikki sleppa tær ella geva teg yvir; tí skalt tú ikki óttast og ikki vera ræddur!« 
5. Mós. 31,8.

Eg síggi, at tú fært styrki til hesa gonguferðina. Tá ið vit koma til tað staðið, har ein byrða verður løgd á okkum, fer tað eisini at vera staðið, har vit skulu fáa megi og kraft. Við eitt og hvørt Guds barn vil Harrin siga: ”Sum dagar tínir skal tín styrki vera! 

5. Mós. 33,25

“Kirkeklokken”.
E. Campbell umsetti
Kelda Jesus4all.fo



Sí fleiri