Andakt

HANN VARÐ SETTUR Í FRÆLSI

Biðið, so skal tykkum verða givið; leitið, so skulu tit finna; bankið
uppá, so skal verða latið upp fyri tykkum.
 ”
Matt. 7,7


Ein maður sunnanfjørðs vitnaði á hvítusunnustevnuni í Kollafirði.

"Mær dámdi væl at smakka mær á, og sum tíðin leið, vant tað meir og

meir upp á seg, og at endanum var tað ein trupulleiki. Konan var frelst

og gekk í Missiónshúsið. Hon hevði ofta at mær; men alkoholikarar eru

snildir og snúnir, so tá ið hon fór at deila, plagdi eg at siga: "Komið og

fáið okkum eitt mannakorn!" So steðgaði deilingin!



Ein dagin sigur konan so syrgin við meg: "Tú skuldi skammast av tær,

nú ganga børnini og happa son okkara, av tí at tú gongur og vøsar fullur

húsanna millum!"

 

Eg fekk ein skelk, tí eg vildi sanniliga ikki vera orsøkin til, at sonurin

skuldi líða og verða happaður. Tá ið hann løtu seinni kom inn, spurdi eg:

"Verður tú happaður, av tí at pápi gongur fullur?" Børn eru so trúgv og

stuðla altíð sínum foreldrum, so tað kom eitt sindur drálandi frá honum:

"Neiii!"

 

"Hoyr," segði eg við hann, "hereftir skalt tú ongantíð síggja pápa

fullan!" Og tað havi eg hildið í øll hesi mongu ár. Eg hevði kortini gjørt

mær eitt loyniligt skáp niðri í kjallaranum, har eg goymdi eina fløsku, um

mær skuldi tørva hana; men eg nart hana ongantíð.

 

Eg gekk dúgliga í Missiónshúsið við konuni. Øll hildu, at eg var

frelstur; men tað var eg ikki. Hetta var bara ein útvortis vani, eg hevði

ikki takkað Jesusi fyri frelsuna, so eingin broyting var hend innan í mær.

Í fyrstani, tá ið eg sat á møti, bankaði hjartað hart. Eg hevði hoyrt ein

gamlan mann vitna, at tá ið tú merkti hjartað banka, so var tað Jesus, sum

stóð uttanfyri og bankaði á tínar hjartadyr, tí hann vildi sleppa inn. Um tú

ikki lovaði honum inn, so fór hjartabankanin at gerast veikari og veikari

fyri hvørja ferð, og at enda var eingin hjartabankan, tí Jesus var farin

avstað og kallaði ikki longur á teg.



Júst soleiðis var tað hjá mær. Eitt kvøldið, tá ið eg sat á møti, var

bankanin so sera veik. Eg gjørdist lívsræddur, tí eg óttaðist at missa

kallið, og at Jesus skuldi rýma, tí so visti eg, at hjartað fór at gerast sum

ein steinur. Eg bað spakuliga innantanna: "Jesus, er tað tú, sum bankar?

Kanst tú ikki banka øgiliga hart, so at eg veit, at tað er tú?" Eg skal siga

tykkum, at hjartað fór at duka. Eg helt næstan, at tað sprakk út úr bringuni

á mær. Eg visti ikki av, fyrr enn eg leyp á føtur og takkaði Jesusi fyri, at

hann var deyður fyri meg.

 

Í somu løtu streymaðu friðurin og gleðin inn í meg, og eg var settur í

frælsi. Nú var tað ikki eg, sum stríddist at halda meg edrúan, nei, nú hvíldi

eg, tí Jesus hevði tikið alla alkoholtrongd frá mær."

Effie Campbell

Kelda: jesus4all.dk



Sí fleiri