Frásagnir

Jólastokkurin

Jólastokkurin

Í statinum Indiana í USA búði fyri mongum árum síðani ein bommgerði, sum fegin vildi siga frá um Jesus – serliga við jólatíð.

Hann harmaðist um, at jólini vóru vorðin so verðslig, og ynskti hann at gera nakað fyri at minna menniskju um veruligu orsøkina til jólini: JESUS.

So fekk hann hugskotið at gera bommstokkin, og til bommstokkin tengdi hann symbol um Jesu føðing, tænastu og deyða.

Hann byrjaði við einum stavi av reinum, hvítum, hørðum sukurtilfari. Tað hvíta symboliserar jomfrúføðingina og Jesu reinu náttúru. Tað harða symboliserar tann fasta klett, sum Jesu kirkja og lyftini í Bíbliuni eru bygd á.

Bommgerðin gav stavinum sniðið av einum “J”i fyri Jesus – tann Jesus, sum kom í heimin sum okkara frelsari. Stavurin er eisini stavurin hjá hinum góða hirðanum, sum Jesus nýtur á ferð síni í hesum heimi at finna tað lamb, sum er komið avvegir fyri at leggja tað á herðar sínar.

Men stavurin tóktist tó so einfaldur, so hann fekk reyðar strípur. Tær tríggjar reyðu strípurnar eru Jesu sár, sum góðu okkum lekidóm. Tann stóra reyða strípan er tað blóð, sum hann lat renna á Golgata, so vit kundu vera frelst og fáa ævigt lív.

Tíverri er symbolikkurin aftanfyri bommstokkin gloymdur, so nú er hann bara endaður sum søtt jólapríði.

Lat okkum siga søguna víðari, so jólastokkurin aftur kann vitna um tann Jesus, hvørs føðingardag vit aftur halda.

Meinigheitshúsið ynskir tykkum øllum eini av Gudi signað jól!



Sí fleiri