Frásagnir

Leif á Flekkerøya vitnar

Rita Aasen hevði eina samrøðu við Leif á Flekkerøya í sendingini „Pottemakerens hus“. Har bar hesin gamli maðurin fram sín sterka vitnisburð: Eg havi verið á sjónum alt mítt lív. Tá ið kona mín hevði føtt yngra barnið hjá okkum, gjørdist hon ógvuliga sjúk. Hon fekk liðagikt av ringasta slag. Tað var ikki so heppið, tí eg var so nógv burturstaddur. Konan fekk 33 skurðviðgerðir. Hon fekk skift tey ymsu liðini út; men ikki vardi leingi, so var hon líka sjúk aftur. Hon fekk sterkan heilivág móti pínu. Tað byrjaði við kortison og endaði við „cellugift“, tey kalla.
Hon var kropnað saman og var svørt heilt niðan undir bringuna. At enda doyði hon.
Eg var ógvuliga ringur um alt hetta og gjørdist sjálvur sjúkur, beint eftir at hon doyði. Tað var ein blóðæðr í maganum, sum brast. Men eg kom livandi frá tí.
Fýra mánaðir eftir at hon var deyð, sat eg ein morgunin við køksborðið. Tá hendi nakað heilt ótrúligt. Brádliga situr kona mín á einum øðrum stóli við køksborðið. Eg sá kjólan, sum hon var í. Hon rætti báðar hendurnar út og vísti mær tær. Fingrarnir vóru heilt útrættir og vakrir. Nú var hon ikki krypil longur. „Eg havi tað so ómetaliga gott,“ segði hon. „Eg komi við tær,“ segði eg og reistist. „Nei, ikki nú. Tú skalt ikki doyggja enn,“ segði hon. Eg hugdi upp á hana, og alt í einum kom tann ræðandi tankin til mín: „Ja, men hvar fert tú, um tú doyrt nú?“
Tað var, sum dugdi hon at lesa tankarnar hjá mær, tí hon segði: „Leif, fyri 2000 árum síðani hekk Jesus á krossinum og betalti fyri allar tínar syndir. Hann bar fram eitt fullkomið offur. Tú ert fríur bara við trúgv á Hann.“ So broyttist hon fyri eygunum á mær. Kjólin, sum eg hevði sæð, gjørdist hvítur, og hon bleiv hvít øll, sum hon var, og hvarv upp móti himli.
Eftir sat eg. Men eg hevði fingið mikla troyst, og síðani tann dag havi eg livað í trúnni á mín kæra Frelsara, og eg gleði meg til tann dag, Hann skal taka meg heim,“ endaði hesin aldrandi maðurin, meðan tárini runnu stríð oman eftir kjálkum hansara.

 Effie Campbell.

Kelda: Sunnudagsskúla blaðið



Sí fleiri