Samtala/forbøn

 

Samtala

Samtala er ein tænasta í Meinigheitshúsinum, sum er ein útrættur armur til
menniskju, ið hava eitthvørt at stríðast við. Vit ynskja at tosa við teg um evnir sum eru
trupul fyri teg á einhvønn hátt, og/ella spurningar og yvamál, sum tú stríðist við.
Talan er ikki um professionella hjálp ella terapi, men heldur um ein útrættan arm og
lurtandi oyru. Samtala er fyri øll, og her møtir tú persónum, sum ynskja at:

  • Lurta við opnum sinni
  • Møta tær har tú ert
  • Tosa við teg um tínar avbjóðingar ella truplu viðurskifti
  • Hjálpa tær at síggja nýggjar møguleikar
  • Tosa við teg um møguligar avbjóðingar tú hevur í tænastuni í samkomuni
  • Lurta, samtala og biðja fyri tær.

Samtala arbeiðir út frá bíbilskum meginreglum:

  • Øll menniskju hava sama virði
  • Gud elskar hvørt einasta menniskja

Hvar

Samtala fer fram í hølum í Meinigheitshúsinum, eftir nærri avtalu um nær og hvønn
samtalast skal við.

Praktiskt

Vit hava tagnaðarskyldu.

Tú kanst venda tær til onkran av hesum persónum:

Hera Kjærbo, tlf. 286171
Sverri Steinhólm, tlf. 210773
Karl Michaelsen tlf. 315679
Durita Mouritsen tlf. 223676
Sólrun Poulsen tlf. 598560

Tænastan er ókeypis.