Sunnudagsskúli

Sunnudagsskúli

Sunnudagsskúlin
Hvønn sunnudag kl. 14.00 er sunnudagsskúli í Meinigheitshúsinum. Øll børn og foreldur eru vælkomin til hetta sera spennandi tiltakið. Vit hoyra bíbliusøgur, syngja góðar barnasangir og av og á síggja og hoyra vit drama, sum tey ungu skipa fyri. Tað er eisini nógv annað spennandi í sunnudagsskúlanum, sum tú má koma at uppliva.

Sunnudagsskúlin er býttur upp í aldursbólkar, so tú fær júst tað, sum er fyri tín aldursbólk.

Familjan og børn

Børnini og familjan er ein sera týðandi partur av virkseminum í Meinigheitshúsinum. Tí hava vit tiltøk sum sunnudagsskúlan, juniormøti o.l.. Sunnudagsskúlin er ikki bara fyri børn, NEI, foreldrini eru eisini hjartaliga vælkomin at luttaka. Hvønn sunnudag fylla foreldrini eisini sera væl upp í salinum. Men pláss er fyri nógv fleiri. So vit siga bara við øll: "bjóða øllum við á sunnudagsskúla" tí tað er einki betri at geva barninum og okkum sjálvum, eina himmalska vón.

Hvørt ár skipar Meinigheitshúsið fyri "Meinigheitsleguni". Hetta er eitt hæddarpunkt á árinum, har øll familjan fer til Nesvíkar í eitt heilt vikuskifti. Vanliga liggur legan í apríl ella mai mánað. Á leguni er ein fjølbroytt skrá, sum hóskar seg væl bæði til børn, ung og eldri. Spøl, fyrilestrar, bíbliutímar og góður matur. Men tað eru eisini nógvar góðar løtur til prát og hugnað, har familjan kann fara túrar ella bara verða saman og njóta tíðina saman. 

Um tú situr inni við góðum hugskotum, sum kann betra um okkara familju- og barnaarbeiði er tú vælkomin at siga okkum í leiðsluni frá. Vit hava altíð tørv á fleiri hjálpandi hondum, so tað er bara at siga frá, um tú ella tit vilja geva tykkara íkast, so tiltøkini verða betri. 


Leiðslutomyið fyri barnaarbeiðið:

Malan Kjærbo Ragnarsdóttir
Maria Garðsá
Lillie Eliassen

Um tú hevur spurningar, kann tú ringja til 512838 ella senda teldupost til malan-heri@kallnet.fo

Verið hjartaliga vælkomin í sunnudagsskúla!