Sunnukvøldsmøti

Møti í Meinigheitshúsinum

Hvørt sunnukvøld, alt árið, er møti klokka 18.00, har felagssangur, tala, persónligir vitnisburðir og viðhvørt eisini sangframførðslur eru á skránni.

Bønarløta er hvønn sunnudag hálvan tíma áðrenn møti, kl. 17.30

Undir møtunum er barnaansing í kjallarranum og børnini plaga at fara niður áðrenn talan byrjar.

Møti varðar umleið 1½ tíma.

Drekka og hugnalig samvera er eftir øll sunnukvøldsmøtini

Verið øll hjartaliga vælkomin.