Ungdómsarbeiði

Ungdómsmøti
.
Ungdómsmøti er hóskvøld kl. 20.00. Her savnast eini 20-40 ung í aldrinum 14 – 25 ár um Guds orð.

Møtini eru skipað soleiðis, at eitt evni er sett til hvørt kvøld. Á tann hátt koma vit runt í boðanini.

Nógvur sangur er á skránni, bæði sangløtur við lovsangi og aðrir kendir missiónssangir, og er sangurin væl stuðlaður av dugnaligum tónleikarum.

Tað, sum vit fyrst og fremst vilja, er at boða Guðs orð, so at tey ungu koma at kenna Jesus sum sín frelsara, og at tey mennast andaliga.

Harumframt ynskja vit at bjóða ungum ein góðan sosialan felagsskap. Aftaná møtast vit til ein drekkamunn, har vit hugna okkum og tosa saman.

Hvørt hóskvøld verður møguleiki givin at tosa við ein persón ella at biðja saman. Bønarrúm eru til endamálið.

Øll eru hjartaliga vælkomin á ungdómsmøti.  

Í nevndini eru: 

Maja Jakobsen, formaður
Liljan Midjord
Gunnar Joensen
Patricia Hentze
Rani Kjærbo
Elsa Maria Dam