Tíðindi

Heimsbønarvika 2018

Í sambandi við heimsbønarvikuna, byrja vit árið 7. januar við einum bønarmøti har tað verður skipað fyri bønargongu.

Síðan halda vit fram við bøn í vikuskiftinum 12. – 14. januar. Hesar dagarnar verður møguleiki at biðja fyri tí sum liggur einum á hjarta, umframt, at tikið verður í bønarevnini sum eru í faldaranum, sum Evangelisk Alliance gevur út í samband við heimsbønarvikuna

Bønarløturnar fríggjadagin 12. januar og leygardagin 13. januar verða kl. 20. Sunnudagin 14. januar verður bønarløta aftaná taluna á møtinum kl. 18.

Øll eru hjartaliga vælkomin.



Sí fleiri