Tíðindi

Missiónsvika 2018

Missiónsvikan 2018 byrjar sunnukvøldið 21. januar og heldur áfram øll kvøldini til 28. januar. Skráin verður lýst fyrsta dagin.

Vit gleða okkum til Missiónsvikuna og at verða saman um Guds ríka orð, um Jesus og at møta vinum og øðrum glaðum menniskjum.

Her eru øll so hjartaliga vælkomin og okkara vón er, at síggja nógv fólk til møtini. Kom og ver við.

.....kom vinur, skunda tær, kom nú í dag..... sí sangin niðanfyri.

Jesus aleina teg frían kann gera

1. Jesus aleina teg frían kann gera
frá tínum syndum, tú staddur ert í.
Til krossin tú syndirnar tínar kanst bera,
so fært tú friðin í rættari tíð.
Kom, vinur, skunda tær, kom nú í dag,
bíða ei longur, men fá tað í lag!
Við blóði, sum rann, eg frelsuna fann
nú trúgva á Jesus eg kann!

2. Jesus aleina meg syndara loysti,
tá ið eg drivin av neyð kom til hann.
Hann lovaði: eg nú vil geva tær treysti,
bert tú í trúnni nú halda teg kann!
Jesus er klettur, eg nú byggi á;
um alt gongur undir, eg fast tó skal stá.

3. Nú kann eg ei annað enn Jesusi prísa
fyri ta byrðu, hann tók upp á seg.
Nú veit eg, hann vil mær til himmalin vísa,
og nú er bert eftir at ganga tann veg.
Um eg í trúgv Jesus’ fylgja kann nú,
eg fái í himli hitt snjóhvíta skrúð.

4. Hvør stór verður gleðin har heima at vera
og syngja av frøi tann himmalska sang
um Sonin, sum Gud læt til offurlamb gera,
– hann hevur av songum hin vakrasta klang!
Heiðraður, æraður vera skal hann,
sum frelsu á krossinum fyri meg vann!



Sí fleiri