Podas fyri øll

Nú bjóða PODAS aftur undirvísing um landið – til øll áhugaði í Klaksvík, Tórshavn, Gøtu, Miðvági og á Sandi.
Vilt tú vita meira um tað grundleggjandi í kristindóminum, so er hetta kanska nakað fyri teg!
Vælkomin til spennandi skúla um kristindóm – á evangelisk-lutherskum grundarlagi.

4 MÁNAÐIR...
Farið verður í aðru viku av januar 2018 til seinast í apríl undir undirvísing á 2 tímar um vikuna.

Prestar og leikfólk fara at undirvísa um innihaldið í kristnu trúnni.

PODAS
Hetta er 10. árið hjá PODAS Ekklesias í Føroyum. Á grikskum merkir PODAS “føtur”. Eitt kristið menniskja situr við Jesu føtur og er ælað at tæna við næstans føtur. Ekklesias merkir “kirkju”, so PODAS vil tað, sum fremur Guds kirkju. Nøkur hundrað menniskju í øllum aldri hava tikið lut í PODAS-skúlanum her á landi - og kynsbýtið hevur verið javnt.

PODAS fyri øll bjóðar tær
- Góða undirvísing!
- Viðkomandi tilfar!
- Hugnaligan felagsskap!

TILFAR
Skúlin nýtir heimskendu “Livsvigtige spørgsmål” eftir Nicky Gumbel, Nýggja Sáttmálan og annað føroyskt tilfar.

ØLL ERU VÆLKOMIN
Øll frá 14 ára aldri eru hjartaliga vælkomin at vera við - tann ivandi og og tann, sum ynskir at vita meira...

LUTTØKUGJALD
Kr. 650, har bøkur og alt tilfar er íroknað.

HVAR OG NÆR Í 2018
- Á Skúlatrøð í Klaksvík mánakvøld kl. 19.00-21.00 frá 15. januar
- Vesturkirkjan í Tórshavn týskvøld kl. 17.00-19.00 frá 16. januar
- Gøtu kirkja týskvøld kl. 19.00-21.00 frá 16. januar.
- Miðvágs Missiónshús hóskvøld kl. 19.00-21.00 frá 18. januar
- Sands Skúli hóskvøld kl. 19.00-21.00 frá 18 januar

LEIÐARAR
Klaksvík: Rannvá Langgaard
Tórshavn: Randi Joensen og Derhard Jógvansson
Gøtu: Oddmar og Ester Kjelnæs við Korkusá og Sonny Dalheim
Miðvágur: Richard Johansen og Regin Johannesen
Sandur: Svanhild Vidtfeldt og Petur Poulsen

TILMELDING
Send teldupost til Berg D. Joensen, sóknarprest, bergur@kirkjan.fo
Upplýs fult navn, starv, føðingardag, fartelefonnr. og teldupostadressu.
Takk fyri skjóta tilmelding.

Eru spurningar: Ringið til Berg D. Joensen – tlf. 237331.



Sí fleiri