Søgan

Tað var í november í 1895, at ætlanir av álvara blivu lagdar um at byggja eitt Meinigheitshús í Havn. Hettar hendi á fundi hjá Emil Bruun, presti, í Teatersalinum í klubbanum. Tá bleiv samtykt at senda eina áheitan um stuðul  til byging av húsi til kirkjuliðið í Havn.

Talan skuldi vera um eitt hús, sum kundi hýsa ymiskum andaligum tiltøkum uttan fyri sjálva kirkjuna, og eftir ætlan skuldi pláss vera fyri eini 300 f´lkum í húsinum. Á sumri árið eftir, tann 1. juli í 1896, skrivar ”Færøsk Kirketidende”, at Løgmálaráððið hevur játtað eitt grundstykki beint norðan fyri Kommunuskúlan (í dag Ráhúsið) til endamálið. Hettar var beint uttan fyri bøgarðarnar. Meðan Kommunuskúlin var beint innanfyri.

Bara fýra dagar seinni verður grundarsteinurin til Meinigheitshúsiå lagdur, og tann 26. august sama ár verður húsið reist. Byggingin gekk skjótt og væl, og tann 18. oktober í 1896 var nýggja Meinigheitshúsið vígt av Emil Bruun, sóknarpresti.

Tað kostaði 4.123,58 krónur at byggja Meinigheitshúsið í 1896.

Longu seint í sekstiárunum gjørdist greitt, at Meinigheitshúsið var við at vera ov lítið til virksenið, sum var í húsinum, og tí var spakuliga farið undir ætlanir um at byggja eitt nýtt Meinigheitshús. Hettar tók tó drúgva tíð. Serliga tí at tað tók rúma tíð at finna røttu staðsetingina til nýggja Meinigheitshúsið. Í januar 1983 varð seinasta møti hildið í gamla Meinigheitshúsinum.

 

Nýggja Meinigheitshúsið í Húsagøtu var vígt 2. juni 1985 og hevur hildi til her síðani.