Spennandi evniskvøld ella temadagar hvønn mána, har vit læra meira um Guds orð

Okkara aðalmál er, at øll menniskju læra Guds orð at kenna. Hetta gera vit bara við at lesa og granska skriftirnar. Biðja Gud um at lata einar dyr upp fyri orðinum, so vit trúgva og skilja tað skrivaða og opinberaða orðið.
Tí hava vit valt at skipa fyri evniskvøldum, har vit lurta og læra av teimum lærarum, sum hava brúkt stóran part av lívinum at granska Guds orð.

Evniskvøld eru einaferð um mánaðin. Tað er altíð mikukvøld kl. 19.30. Lýst verður, nær í mánaðinum evniskvøldið verður. Eitt evniskvøld hevur til endamáls, at geva meinigheitslimunum undirvising í Guds orði. Undirvísararnir eru persónar, sum hava útvega sær eina vitan og lívsroyndir gjøgnum fleiri ár. Tað eru til dømis gudfrøðingar og aðrir persónar, sum hava brúkt serliga nógva tíð til, at seta seg væl inn í skriftirnar og evnir sum viðgerða viðkomandi, avbjoðandi og uppbyggjandi evnir í Bíbliuni. Evnir verða eisini tikin fram, sum eru uppi í samtíðini. Hvat sigur skriftin? er okkara grundleggjandi spurningur fyri kvøldið.


Evniskvøldið kann vera fjølbroytt. Tað er bæði einvegis undirvísing, høvi at seta spurningar, arbeiða í bólkum við evnum og kanska enntá at samtala eitt heilt kvøld um eitt evni uttan at tað ein persónur sum undirvísur.


Evniskvøldið er ætla øllum aldurbólkum í meinigheitini, bæði yngri og eldri!

CCBE0409-36F1-4428-B094-8C4066056219.jpeg

Væl fyrireika undirvísing og tað er fyri øll í meinigheitini

Hjartaliga vælkomin at læra meira um Guds orð

Evniskvøld er, sum orðið sigur tað, um kvøldið. Men av og á, hava vit temardagar í staðin. Tá viðgerða vit eitt evni, men yvir eitt vikuskifti, ella fleiri kvøld. Vit lýsa nærri, nær tað verða evniskvøld og nær tað verða temadagar. Fylgið við á okkara heimasíðu.

Tað er stýrið, sum hevur ábyrgd fyri evniskvøldunum og temadøgunum.




120094728_2757780937797260_8317642409709031720_n.jpg

Set spurningar í einum tryggum umhvørvi

Vit møta menniskjum har tey eru, og saman læra vit meira um Guds orð.

120132027_2757780834463937_6414557259468166688_n.jpg

Dugnaligir undirvísarar hvøja ferð!

Øll kunnu fáa okkurt burturúr