Fylgjarar er eitt tiltak í meinigheitini fyri øll - eisini fyri fólk, sum vanliga ikki koma í Meinigheitshúsið

Vit lesa í Bíbliuni saman

Vit skipa fylgjarabólkar, har upp til 6 persónar koma saman at lesa bíbliuna, biðja og práta saman. Tað hevur ongan týdning, um tú einki veit um Bibliuna - vit lesa bara saman !

Vit møtast í heiminum hjá hvørjum øðrum og læra hvønn annan betri at kenna - Vit ynskja at trivnaður, umsorgan og innanhýsis kærleikin skal vaksa okkum millum!

Um tú kundi hugsað tær at komið uppí ein fylgjarabólk, kann tú altíð venda tær til onkran í stýrinum. Sí kunning á “um okkum” á heimasíðuni, har finnur tú bæði teldupostadressu og telefon nummar. Vælkomin at seta spurningar um eitt hvørt.